Samleikaskjalið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum
Fororð
Við hesum samleikaskjali hevur Kirkjuliga Heimamissiónin roynt at seta orð á samleika sín. Bakgrundin er, at rørslan er stór, og at tað tí er neyðugt at orða, hvør hon er, og hvørjum hon stendur fyri.
Útvaldir spurningar, sum rørslan metir, at tað er týdningarmikið at skif- ta orð um og greiða, eru við. Harvið er eisini sagt, at nógvir ikki ótýðan- di spurningar, ikki eru við.
Samleikaskjalið er í 4 pørtum:
-
Viðurskiftini millum felagsarbeiðið og staðbundnu arbeiðini
-
Felags lærugrundarlag
-
Etiskir spurningar
-
Ymiskir spurningar
Í tilgongdini hevur dentur verið lagdur á, at heimamissiónsfólk kring alt landið kundu siga sína hugsan og at tilgongdin í sjálvum sær skuldi virka savnandi. Eisini skal skjalið kunna nýtast til at knýta seg til rørsluna.
Ein stýrisbólkur hevur leitt arbeiðið við umboðum fyri staðbundnu arbeiðini, Høvuðsstýrið, landsnevndirnar og starvsfólkini.
Við vón og bøn um, at samleikaskjalið verður dúgliga nýtt, so tað framhaldandi kann vera við til at greiða týðandi spurningar og at savna rørsluna.
Á ársmøtinum 11. mai 2013
1. Felagsarbeiðið – staðbundnu arbeiðini
1.1 Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum
a. Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum er tey missiónsarbeiði, sum saman taka fult undir við endamálinum og grundarlagnum hjá Heimamissiónini, og sum arbeiða í samsvari við samleikaskjalið.
b. Kirkjuliga Heimamissiónin skipar seg við Høvuðsstýri, sum hevur yvirskipaðu leiðsluna um hendi og myndar rørsluna.
c. Staðbundnu arbeiðini hava ávirkan á, hvussu felagsarbeiðið verður rikið.
1.2 Staðbundnu arbeiðini
a. Staðbundnu arbeiðini skipa seg sjálv og hava ábyrgdina av staðbundna missiónsarbeiðinum.
b. Staðbundnu arbeiðini reka missiónsarbeiðið á staðnum og bera felagsarbeiðið andaliga og fíggjarliga.
1.3 Felagsarbeiðið
a. Høvuðsstýrið leiðir felagsarbeiðið.
b. Felagsarbeiðið stuðlar staðbundnu arbeiðunum og ger tær uppgávur, sum vit betri megna í felag.
c. Øll lønt starvsfólk í Heimamissiónini verða sett av Høvuðsstýrinum eftir galdandi reglum.
2. Felags lærugrundarlag
2.1 Grundarlag
“Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum byggir arbeiði sítt á Bíbliuna, Guds innblásta og heilaga orð og avgerandi myndugleiki fyri trúgv og lívi hins kristna og sum tulking á fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit.” (úr lógskipanini)
2.2 Bíblian – Guds heilaga orð
a. Bíblian er Guds heilaga orð, borin okkum ígjøgnum menniskju. Hon er gudinnblásin og tískil fult og heilt álítandi (2 Tim 3,16; 2 Pæt 1,21; Áps 4,25; Jóh 10,35).
b. Bíblian hevur avgerandi og óvikandi myndugleika og er greið og nøktandi til lív og sælu (2 Tim 3,15- 16; Jóh 5,39).
2.3 Skapanarverkið
a. Gud hevur skapað himmalin og jørðina, menniskjuni og alt livandi og heldur støðugt øllum skapanarverkinum uppi. Skapanin er verulig hending (1 Mós 1-3; Kol 1,17; Hebr 1,3; 11,3).
b. Menniskjað er skapað í Guds mynd sum krúnan á skapanarverkinum. Tískil hevur hvørt einstakt menniskja óendaligt virði uttan mun til kyn, aldur, húðarlit, førleikar, heilsu, átrúnað ella annað (1 Mós 1,26-27; Sl 8,4-9).
c. Gud hevur skapað menniskjað gott og rættvíst til ævigt samfelag við Gud og medmenniskjað. Menniskjað er skapað til at elska og æra skapara sín og at elska og verja næsta sín (1 Mós 1,31).
d. Við syndafallinum, sum er verulig hending, vórðu menniskjans náttúra og viðurskiftini við Gud grundleggjandi broytt. Menniskjað verður nú føtt sum syndari, sum av náttúru ikki vil Guds vilja. Syndin hevur skilt menniskjað frá skapara sínum. Henda skaða hvørki vil ella kann menniskjað bøta. Tí tørvar einum og hvørjum menniskja endurføðing við Guds Heilaga Anda (Sl 51,7; Job 14,4; Mark 7,21-23; Jóh 3,3-6; Róm 3,23; 5,12; 8,6-7; Ef 2,3).
e. Gud hevur sett menniskjað at ráða yvir øllum øðrum skapningum. Menniskjað eigur tí at umsita og gagnnýta jørðina og tilfeingi hennara undir ábyrgd fyri Gudi, næstanum og umhvørvinum (1 Mós 1,26- 28; 1 Mós 2,19; Sl 33,13-15; Hebr 4,13).
2.4 Náðimiðlarnir
Jesus Kristus hevur vunnið øllum syndarum Guds náði við deyða og uppreisn síni. Við náðimiðlunum rættir hann syndarum hesa náði, og hon gagnar teimum, ið taka ímóti henni við trúgv á Jesus (1 Pæt 1,23; Ják 1,18; Kol 2,12).
2.4.1 Orðið (Guds orð)
a. Guds orð er livandi og virkið. Tí er Orðið fyrsti og grundleggjandi náðimiðilin, ið eisini virkar í hinum báðum náðimiðlunum, sum eru sakramentini: dópur og altarborð (Róm 1,16; 2 Tim 3,15; 1 Pæt 1,23- 25; Ják 1,18.21; Hebr 4,12).
b. Tað er Guds orð, sum ger ein náðimiðil til náðimiðil, ikki orðsins tænari ella tann, ið tekur ímóti náðimiðlinum.
2.4.2 Dópurin
a. Kristni dópurin er náðimiðil. Í dópinum endurføðir Gud Heilagi Andi syndaran, veitir honum syndanna fyrigeving og ævigt lív og festir búgv í hjarta hansara. Tí tørvar øllum menniskjum at verða doypt (Matt 28,18-20; Jóh 3,3-6; Áps 2,38; Tit 3,5; Kol 2,12; 1 Pæt 3,21).
b. Tað er Gud, sum virkar í dópinum við Orði og Anda sínum, ikki menniskju. Tí er bert neyðugt at verða doyptur einaferð (Róm 6,3-6; Ef 5,25-27).
c. Syndarin tekur ímóti náðini við trúgv á Jesus Kristus og lyfti hansara. Eisini trúnna virkar Gud við orði og Anda sínum. Uttan trúgv gagnar dópurin einki, tí hoyra trúgv og dópur óloysandi saman (Róm 10,17; Gal 3,26-27; Kol 2,12; 1 Pæt 1,23-25).
d. Sum Guds Orð talar um børnini, trúnna og dópin, er bæði neyðugt og natúrligt at doypa børn, ið verða uppald í kristnu trúnni (Job 14,4; Sl 51,7; Jóh 3,3-6; Ef 2,3; Matt 18,1-6: Luk 18,15-17).
2.4.3 Altarborðið
a. Altarsins sakramenti er náðimiðil. Har gevur Jesus Kristus syndarum sítt heilaga likam og blóð, sum hann gav fyri allar heimsins syndir. Jesus er veruliga til staðar í breyði og víni, sum vit eta og drekka til hansara áminningar. Tí fær syndarin fyrigeving við altarborðið, so satt hann trýr, umframt at trúgvin á syndanna fyrigeving verður styrkt (1 Kor 10,16-17; 11,23-26; Matt 26,26-28; Jóh 6,47-57).
b. Tað er Gud, sum virkar í altarborðinum við Orði og Anda sínum, ikki menniskju (Matt 26,26-28; Jóh 6,51).
c. Altarborðið undirstrikar eisini felagsskap teirra trúgvandi (1 Kor 10,17: Luk 22,15).
d. Altarborðið er fyri øll, ið vilja bera synd sína til Jesus. Tí er alneyðugt hjá øllum trúgvandi javnan at fáa altarsins sakramenti (Jóh 6,51-57; 1 Kor 11,23-32).
2.5 Heilaga Andans gerningur
a. Heilaga Andans høvuðsgerningur er at leiða syndarar til Jesus Kristus og varðveita teir hjá honum. Tað ger hann við at sannføra teir um synd teirra og dóm á evsta degi og við at skapa trúgv og álit á Jesu frelsandi náði við Guds orði (Jóh 14,16-18.26; 15,26; 16,8-15; Ef 1,13-14).
b. Heilagi Andin býr í hjørtunum hjá øllum teimum, ið trúgva á Jesus Kristus og eru doypt til hansara, og ynskir støðugt at fylla tey (Matt 3,11; 28,19; Áps 1,8; 2,38; 1 Kor 12,13; Gal 3,1-2; Ef 1,13-14; 3,14- 19; 5,18; Tit 3,5).
c. Heilagi Andin arbeiðir fyri at skapa góðan ávøkst í lívi teirra, sum hoyra Jesusi til. Ávøksturin er eitt sinnalag, ið elskar Gud og næsta sín í verki (Róm 8,1-17; Gal 5,16-26; 1 Tess 4,3; Hebr 12,14).
d. Heilagi Andin fyrireikar Guds børn til tænastu fyri Jesus og gleðiboðskapin. Hann gevur hvørjumeinstøkum eina ella fleiri náðigávurtil tænastu. Náðigávurnar eru margfaldar. Tó at tær boðandi náðigávurnar hava størri týdning enn aðrar, skulu vit tráa eftir øllum náðigávunum (Jóh 15,26-27; Áps 1,8; Róm 12,3-8; 1 Kor 12-14; Ef 4,7-16).
2.6 Frelstur við trúgv
a. Av óendaliga kærleika sínum til øll menniskju sendi Gud son sín í heimin at gera allan heimin sáttan við seg (Róm 3,23-24; 2 Kor 5,14- 15.19; 1 Tim 2,4-6; Hebr 2,9).
b. Frelsan er av náði eina. Grundað á Krists verk verður syndarin frelstur (Róm 3,19-31; 4,16; 11,6; Ef 2,8- 9; Ják 1,18.21; 1 Pæt 1,23-25).
c. Syndarin verður frelstur eina við trúgv á Jesus. Trúnna skapar Guds Andi við gleðiboðskapinum (Róm 1,16; 3,19-31; 4; Ef 2,8-9; Hebr 11,6; Ják 1,18.21; 1 Pæt 1,23-25).
d. Náðin og trúgvin eru neyðug alt lívið hjá Guds børnum (Jóh 3,30; Róm 8,1; 11,6; Gal 3; 1 Jóh 5,11-12).
2.7 Jesu afturkoma og ævinleikin
a. Jesus Kristus kemur ein dag aftur. Tíðin frammanundan er merkt av ógvusligum hendingum í náttúruni, alheiminum og mannaættini. Eisini eru endatíðirnar merktar av forfylging av teimum kristnu og villleiðing frá djevlinum (Matt 24; Mark 13; Luk 21; 2 Tess 2,1-12; Opb 13).
b. Tá ið Jesus kemur, skal hann reisa øll deyð upp likamliga og halda dóm yvir øllum menniskjum. Teimum, ið trúgva á hann, skal hann geva ævigt lív, meðan tey, ið ikki hoyra honum til, glatast um ævir (Matt 18,8-9; 25,31-46; Áps 1,11; 1 Kor 15; Fil 3,21; 1 Tess 4,13-5,11; Hebr 9,27; Opb 1,7-8; 20,11-15).
3. Etiskir spurningar
3.1 Inngangur
a. Gud hevur skapað hvørt einstakt menniskja, so at tað kann liva í kærleiksfullum samfelagi við Gud og medmenniskju síni. Eftir syndafallið tørvar okkum menniskjum etiska leiðbeining at liva rætt saman við øðrum. Bíblian er avgerandi myndugleiki í etiskum spurningum. Grundleggjandi í kristnu siðalæruni er falsleysur kærleiki millum menniskju, og endamálið er at verja hvørt einstakt menniskja, so at tað kann liva eitt gott lív. Serlig vernd verður sett um tey veiku (t.d. 2 Mós 20,1- 17; Matt 22,34-40; Mark 12,28-34, Matt 5-7; Róm 12,9-21; 1 Kor 13; Kol 3,12-15; 1 Tim 2,2; Hebr 12,14; Ják 3,17-18).
b. Næstakærleiksboðið býður okkum at elska øll menniskju uttan mun til lívsførslu teirra, at umbera eins og okkum sjálvum tørvar umbering, og í verki at sýna veruliga umsorgan fyri hvørjum øðrum. Guds orð loyvir okkum harumframt ikki at døma, happa ella niðurgera. Kristni felagsskapurin er fyri allar syndarar á jøvnum føti. Tey, ið Gud nýtir í tænastu síni, eru syndarar, sum støðugt hava tørv á at venda sær til Jesus við synd síni (1 Mós 1,26-27; Sl 8,4-9; 139,13-16; Matt 22,36-40).
3.2 Samlív – hjúnalagið
a. Gud hevur skapað menniskjað í síni mynd sum mann og kvinnu. Hjúnalagið millum ein mann og eina kvinnu er Guds góða og gagnliga skipan fyri samlívið og tann karmur, hann hevur givið um kynslívið (1 Mós 1,26-28; 2,18-25; Matt 19,4- 6; 1 Kor 11,11-12).
b. Við syndafallinum kom egoisma eisini inn í samlívið millum kynini. Kærleikin millum mann og kvinnu er tó framvegis partur av Guds góða skapanarverki. Tí er tað Gudi tekkiligt at fjálga um hjúnalagið, meðan alt, sum skaðar hjúnalagið, er ímóti Guds vilja (t.d. Orðt 5,1-23; Gal 6,2; Ef 5,22-33; Kol 3,12-19).
c. Hjúnalagið varir, so leingi báðir hjúnafelagar liva. Hjúnaskilnaður er ímóti Guds vilja og upploysir ikki hjúnalagið. Nýggja Testamenti letur tó upp fyri hjúnaskilnaði í serligum førum, um eingin annar útvegur er. Endurgifta er at rokna sum hjúnalagsbrot, um fyrrverandi hjúnafelagin enn livir (Mál 2,14-16; Matt 5,31-32; 19,1-12; Mark 10,1-12; Luk 16,18; 1 Kor 7,10-24).
d. At búgva saman ógift og kynsligt samlív uttan fyri hjúnalagið er í stríð við Guds orð (t.d. Orðt 6,32; Jer 7,1- 15; Matt 5,27-30; 1 Kor 6,15-20; 1 Kor 7,9).
e. Nýggja Testamenti talar eisini jaliga um at vera støk/stakur (Matt 19,10-12; 1 Kor 7,1-8 og 32-34).
f. Samkynt samlív er í stríð við Guds orð. Skriftin fordømir tó ikki samkyndar kenslur í sjálvum sær (3 Mós 18,22; 20,13; Róm 1,26-27; 1 Kor 6,9-10; 1 Tim 1,8-10).
3.3 Rúsdrekka/rúsevnir
a. Bíblian ávarar ímóti at verða drukkin (Sl 104,14-15; Jes 25,6-8; Orðt 20,1; 23,29-35; Matt 11,19; Luk 21,34; Jóh 2,1-11; Róm 13,12-13; 1 Kor 6,19-20; Gal 5,19-21; Ef 5,18; 1 Tess 5,6-8; 1 Tim 5,23; 1 Pæt 4,7).
b. Fráhald frá rúsdrekka er eitt skynsamt lívsval. Sum rørsla vilja vit virka fyri einum rúsfríum umhvørvi millum børn, ung og vaksin. At nýta narkotisk evni er ikki í tráð við kristna lívsførslu (Róm 14; 1 Kor 8; 10,23-33).
3.4 Lívið (byrjan og endi)
a. Skaparin er eisini harri yvir lívi og deyða. Eitt og hvørt menniskja hevur tí óendaligt virði og rætt til vernd frá gitnaði til natúrligan deyða (Job 31,15; Sl 8,4-9; 51,7; 139,13-16; Jes 44,2; Jer 1,5; Luk 2,21).
b. Fosturtøka er at taka lívið hjá einum óføddum menniskja og kann einans verða góðtikin í støðum, har vandi er fyri, at mamman doyr orsakað av barnsburðinum. Tey, ið skulu verða foreldur, men hava truplar umstøður, eiga at fáa hjálp og stuðul frá okkum, bæði undir og eftir barnsburð.
c. Virkin deyðshjálp stríðir ímóti kristna menniskjasýninum.
d. Kristna sýnið á eitt og hvørt menniskja er eisini avgerandi, tá tað viðvíkur handfaring av ílegum og líknandi etiskum spurningum.
4. Ymiskir spurningar
4.1 Fólkakirkjan og Heimamissiónin
a. Kirkjuliga Heimamissiónin er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í evangelisk-luthersku Fólkakirkjuni í Føroyum. Sambært endamálinum verður virksemið útint í samstarvi við prestarnar í Fólkakirkjuni, har hetta er gjørligt (Lógskipanin, 3. partur).
b. Heimamissiónin er ein leikfólkarørsla og leggur stóran dent á, at ein og hvør trúgvandi er við til at bera gleðiboðskapin út (“almenna prestadømið”). Hetta við at vera vitni um frelsuna í Jesusi og ljós ímillum medmenniskju síni – og við at vara av, at boðanin er bíbilsk (1 Pæt 2,9; smb. Augsburgsku Játtanina 28).
4.2 Tvørkirkjuligt samstarv
a. Í øllum virksemi okkara er umráðandi at vera tilvitandi um evangelisk-lutherska grundarlagið. Ein og hvør, ið kemur til tiltøk okkara, skal kenna seg tryggan við, at boðanin er í samsvari við hetta.
b. Samstundis leggja vit stóran dent á virðing fyri og kærleika til trúarsystkin okkara í øðrum kirkjum/samkomum (Róm 12,10; Gal 6,10; 1 Tess 4,9-10; Hebr 13,1-2; 1 Pæt 2,17; 2 Pæt 1,7).
c. Ásannandi, at hugburðurin til tvørkirkjuligt samstarv er ymiskur í staðbundnu arbeiðunum kring landið, mæla vit til umhugsni í samstarvi. Vit arbeiða fyri kunnleika um evangelisk-lutherska lærugrundarlagið, og vit vilja, at boðanin ikki er í stríð við hetta grundarlag.
4.3 Tænastur
a. Gud vil, at øll menniskju skulu hoyra gleðiboðskapin um son hansara, Jesus Krist, til trúgv og eftirfylging. Tí kallar Gud børn síni til at vera virkin í tænastu fyri hann.
b. Tænasturnar í Guds ríki eru margfaldar og ymiskar (sí 2,5). Tó hava allar týdning og eru við til at byggja Guds ríki, uttan mun til hvussu týdningarmiklar tær tykjast vera. Skriftin eggjar øllum meinigheitum til at framelska øll evni og náðigávur, sum Gud gevur, bæði kvinnum og monnum. Vit eiga at nýta øll evnir og allar gávur, har Gud hevur sett okkum í heimi, samfelagi og meinigheit. Júst margfeldið og fjølbroytnið av tænastum sýnir, at Jesu Krists kirkja er likam hansara í hesum heimi (Róm 12,1-8; 1 Kor 12-14; Ef 4,1-16).
c. Øll eru skapað í Guds mynd og hava sama virði, og øll Guds børn eru kallað at byggja upp Guds kirkju. Kvinnur og menn kunnu virka, leiða og tala, og tað er ábyrgdin hjá øllum at døma um læruna. Tó lærir Nýggja Testamenti, at skikkaðir menn fáa serliga skyldu til at umsita tænastuna at taka sær av, at øll meinigheitin verður lærd upp í sunnu læruni og øllum Guds ráði. Tí ráða vit missiónsarbeiðunum til - bæði teimum staðbundnu og felagsarbeiðinum - at hava skikkaðar menn, um tað er møguligt, í ella uttan fyri stýrið, at hava høvuðsábyrgd fyri læruni í missiónsarbeiðnum (Jóh 10,27; Áps 20,27; 1 Kor 14,34-38; 1 Tim 2,11- 3,7).
d. Tá ið fólk verða kallað til tænastu, er umráðandi, at hesi liva eitt satt og ærligt kristnilív samsvarandi Guds orði (1 Tim 3,1-13; Tit 1,5-9).
Viðmerkingar
1.1
a. Orðingin staðfestir, hvør Heimamissiónin er. Heimamissiónin er sett saman av nógvum staðbundnum missiónsarbeiðum og einum felagsarbeiði. Henda samlaða eindin ber navnið Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum. Tað, sum bindur okkum saman, er tvídeilt. Ein sera sterk binding er til endamál og grundarlag (taka fult undir við), og ein eitt sindur veikari binding er til samleikaskjalið (arbeiða í samsvari við). Tað mest grundleggjandi, sum bindur okkum saman, er grundarlagið og endamálið. Øll, sum eru ein partur av rørsluni, skulu taka fult undir við grundarlagnum og endamálinum. Grundarlagið og endamálið kunnu hóskandi vera ein partur av reglugerðini hjá øllum staðbundnu arbeiðunum eins og felagsarbeiðinum. Ein eitt sindur leysari orðing er viðvík- jandi binding til samleikaskjalið. Her nýtist okkum ikki at taka fult undir við, men at arbeiða í samsvari við. Í einum felagsskapi verða ongantíð øll samd um alt, men vit kunnu velja at arbeiða sama veg.
b. Ovasta leiðsla fyri eindina viðstaðbundnu arbeiðunum og felagsar- beiðinum er Høvuðsstýrið, sum leiðir og myndar rørsluna. Staðbundnu arbeiðini, sum eru ein partur av Heimamissiónini, viðurkenna við hesum Høvuðsstýrið sum sína ovastu leiðslu og samstundis tað “organið”, sum kann úttala seg vegna sam- laðu rørsluna.
c. Í einum felagsskapi hevur tað týdning, at øll hava møguleika fyri ávirkan. Staðbundnu arbeiðini skulu hava ávirkan á tað arbeiðið, sum verður gjørt í felag – felagsarbeiðið. Greinin leggur upp til, at vit fara at arbeiða meira fólkaræðisligt (demokratiskt) í rørsluni. So leingi, vit ikki eru ein limafelagsskapur, ber ikki til at tosa um fult fólkaræði, men møgulig fólkaræðislig skipan kundi t.d. verið umboðsráð við staðbundnum leiðarum, har ávís mál verða viðgjørd.
1.2
a. Staðbundnu arbeiðini velja sjálvi, hvussu staðbundna arbeiðið verður skip- að við stýri, nevndum og álitispersónum. Dentur verður lagdur á staðbundna sjálvsavgerðarrættin. Arbeiðið verður lagað til einstaka plássið. Ætlanin er at sleppa undan ”góðkennandi” mannagongdum, sum t.d. at Høvuðsstýrið skal góðkenna stýrislimir ella talarar. Alt tílíkt hevur staðbundna arbeiðið ábyrgdina av. Tað skal bara ikki vera í stríð viðgrundarlag, endamál og samleikaskjal.
b. Fremsta uppgávan hjá staðbundnu arbeiðunum er at reka missión í heimstaðnum. Neyðin fyri býar-/bygdarfólkinum eigur at fylla nógv í arbeiðinum. Men harafturat hava vit øll eisini ábyrgd fyri, at boðskapurin verður borin út um alt okkara land og út í heim. Øll hava vit hetta kallið, men tað kann best útinnast gjøgnum ella saman við felagsarbeiðinum. Til hetta krevst, at felagsarbeiðiðverður borið av staðbundnu arbeiðununum andaliga og fíggjarliga. Hetta er lívsgrundarlagið undir felagsarbeiðinum.
1.3
a. Í 1.1 b verður nevnt, at Høvuðsstýrið hevur yvirskipaðu leiðsluna av rørsluni um hendi. Men eins og staðbundna leiðslan leiðir staðbundna arbeiðið, so leiðir Høvuðsstýrið felagsarbeiðið.
b. Felagsarbeiðið hevur tvær uppgávur. Onnur er at stuðla staðbundnu arbeiðunum, so tey gerast betur før fyri at reka missiónsarbeiðið á staðnum, og hin er at gera uppgávur, sum vit betur megna í felag. Felagsarbeiðið skal stuðla staðbundnu arbeiðunum við tilfari (t.d. til sunnudagsskúlan), skeiðum, fyriskipan og boðan. Tær uppgávur, sum vit betri megna í felag, eru t.d. blaðútgávu, bókaútgávur, Leguhúsið og útimissión. Vit leggja dent á at savna okkara kreftir og orku, so vit gjøgnum felagsarbeiðiðkunnu røkka enn longur.
c. Lagt verður upp til, at Høvuðsstýrið setur øll lønt starvsfólk. Øll lønt starvsfólk í Heimamissiónini hava higartil veriðsett undir felags treytum. Onkuntíð hava staðbundin arbeiði arbeitt við setan av staðbundnum skrivarum/trúboðarum, men hesi starvsfólk hava verið góðkend og sett av Høvuðsstýrinum. Í verki merkir henda orðingin, at um t.d. eitt staðbundið arbeiði ynskir at seta eitt lønt starvsfólk, so skal góðkenning fáast frá Høvuðsstýrinum áðrenn.
Tað hevur týdning, at øll lønt starvsfólk framhaldandi hava felags treytir. Hetta merkir somu lønarskipan, eftirløn, frítíð, starvsfólkarøkt og tilboð. Tað kann vera óheppið at hava ymiskar setanartreytir í einum starvsfólkahópi. Staðbundnu missiónsarbeiðini kunnu tó sjálvi seta fólk við lønarbrøki 0,5 ella minni, sum ikki hava boðandi tænastu.
2.2
a. Í tráð við grundarlagið verður staðfest, at Bíblian er Guds orð, borin okkum ígjøgnum menniskju undir Heilaga Andans leiðslu.
b. Sum Guds orð hevur Bíblian avgerandi myndugleika í øllum spurningum, sum viðvíkja kristnari trúgv og kristiligum lívi. Hon er givin menniskjum til lív og sælu í Jesusi Kristi og til tess er hon bæði greið og nøktandi. Eingin myndugleiki kann javnsetast við hana, hvørki siðvenjur ella andligar opinberingar. Nýggja Testamenti lærir okkum, hvat í Gamla Testamenti er bindandi fyri kristnu kirkjuna, og hvat bert galt Ísrael undir gamla sáttmálanum.
2.3
a. Alt, sum er til, hevur Gud skapað og givið lív. Til skapanina hoyrir eisini, at Gud heldur øllum tí skapaða uppi. Skapanin er ikki mýta ella ævintýr.
b. Gud hevur skapað alt, men einans menniskjað er skapað í hansara mynd og hevur tískil serstøðu. Til gudsmyndina hoyrir millum annað beinleiðis samfelag við Gud. Gudsmyndin hevur við sær, at eitt og hvørt menniskja hevur óendaligt virði. Øll menniskju hava sama virði.
c. Upprunaliga var menniskjað fullkomiðog heilagt. Menniskjað hevði samfelag við Gud og næstan, og hetta var merkt av samljóði, friði og kærleika. Hóast syndafallið hevur menniskjað framvegis somu skyldur mótvegis Gudi og næsta sínum.
d. Í staðin fyri samfelag og samljóð, sum menniskjað varð skapað til, komu skilnaður, fremmandagerð og fíggindskapur við syndafallinum. Øll menniskju verða fødd við hesi arvasynd (tað er: uttan natúrligt álit á Gud, uttan ótta fyri Gudi og við hugi til tað illa) og avleiðingum hennara. Samfelag mennisk- jans við Gud er brotið, meðan samfelagiðvið medmenniskjað er vorðið truplari av syndini. Menniskjað hýsir tó framvegis skapanarkreftum. Men um Guds Andi ikki kallar og endurføðir menniskjað viðdópi og trúgv, kann tað ikki gerast sátt við Gud.
e. Til gudsmyndina hoyrir eisini, at Gud hevur givið mannaættini samábyrgd fyri sínum skapanarverki. Menniskjað skal ráða yvir og gagnnýta jørðina og tilfeingi hennara, men ikki misnýta ella oyðileggja. Atlit skal altíð takast til næstan. Gudsmyndin hevur eisini við sær, at menniskjað sum umsitari stendur til svars fyri Gudi.
2.4
Guds náði verður rætt øllum, ið fáa náðimiðlarnar, men bert veitt teimum, ið taka ímóti henni í trúgv. Tískil eru bæði miðilin og móttøkan neyðug, men tað er gevarin, sum ger náðimiðilin til náðimiðil.
2.4.1
a. Heimamissiónin vil vekja menniskju til trúgv á Jesus Kristus. Einans Guds orðmegnar at vekja lív av deyða. Tí tænir alt virksemið hjá Heimamissiónini orðsins boðan.
b. Náðimiðilin er ikki tengdur at, hvør umsitur orðsins boðan ella sakramentini. Heldur ikki er hann tengdur at, um móttakarin er verdugur.
2.4.2
a. Jesus innsetti dópin og hevur knýtt síni frelsandi lyfti at honum. Gud hevur sostatt tengt menniskjans frelsu at dópinum. Gud hevur tó ikki avmarkað seg sjálvan til dópin.
b. Dópurin er fyrst og fremst Guds náðimiðil, har Gud er virkin í og viðmenniskjanum við sínum Orði og Anda. Tí er dópurin ikki tengdur at skynsemi ella øðrum førleikum hjá tí doypta.
c. Uttan trúgv á Jesus og lyftisorð hansara gagnar dópurin einki. Trúnna skapar Guds Andi í syndarans hjarta við at boða honum gleðiboðskapin. Bara Jesus kann frelsa syndaran. Men tað ger hann í dópinum við trúnni. Tí kunnu trúgv og dópur ikki setast upp ímóti hvørjum øðrum. Og tískil hoyrir dópslæring óloysandi saman viðdópinum.
d. Sambært Bíblini eru eisini børnini fødd við arvasynd. Trúgv er fyrst og fremst álit tí kunnu børn eisini trúgva. Og dópurin er Guds frelsandi náðimiðil. Tískil er dópurin eisini fyri børn og ómyndug.
2.4.3
a. Jesus innsetti altarborðið og hevur knýtt síni lyfti at tí. Har gevur Jesus ok- kum seg sjálvan og harvið alt, sum hann hevur vunnið okkum, syndanna fyrigeving og ævigt lív. Breyðið er veruliga Jesu likam. Vínið er veruliga Jesu blóð.
b. Altarborðið er fyrst og fremst Guds náðimiðil, har Gud er virkin í og viðmenniskjanum við sínum Orði og Anda. Tí er altarborðið ikki tengt at skynsemi ella førleikum hjá tí, ið tekur ímóti. Syndarin tekur ímóti náðini við trúgv á Jesus og lyfti hansara um fyrigeving. Av somu grund kunnu børn og ómyndug eisini taka ímóti altarsins sakramenti.
c. Í aðru atløgu undirstrikar altarborðiðfelagsskapin millum øll tey, ið trúgva á Jesus Kristus.
d. Eingin er verdur í sjálvum sær at koma til Jesus, men av kærleika tekur hann kortini ímóti øllum syndarum, ið vilja taka ímóti hansara fyrigevandi náði. Sostatt er synd í sjálvum sær eingin forðing fyri at fara til altars, men óuppgjørd synd og vantrúgv forða fyri, at syndarin kann fáa gagn av tí.
2.5
a. Gud hevur sent Heilaga Andan at geva syndarum lut í Jesu Kristi fullgjørdu frelsu við trúnni. Hetta ger Andin viðat møta menniskjum gjøgnum Guds lóg, sum ger syndarum greitt, at teir hava syndað og mangla Guds yndi, og gjøgnum gleðiboðskapin um Jesus Kristus, sum hevur vunnið syndarum fyrigeving syndanna og Guds yndi. Andin skapar trúgv á henda gleðiboðskap, so syndarin fær lut í frelsuni fyri einki.
b. Ein og hvør, sum trýr á Jesus Kristus og er doyptur, hevur Guds Anda. Bíblian kennir bara ein dóp, ið gevur Andan, taðer vatndópurin.
d. Tað er eisini Heilaga Andans gerningur at kalla tey trúgvandi til tænastu fyri Jesus og veita teimum førleikar og styrki til hesa tænastu. Náðigávurnar eru fyrst og fremst til uppbyggingar fyri Kristi likam. Sambært Nýggja Testamenti eru náðigávurnar ymiskar. Tað er ein ávís raðfesting í týdningi av náðigávunum. Kortini skulu vit tráa eftir teimum øllum og ikki forða nakrari náðigávu, ið er til uppbyggingar.
2.6
a. Gud vil, at øll menniskju skulu verða frelst. Tí tók Jesus allar heimsins syndir á seg og doyði í syndarans stað. Tí er øll skuld okkara kvittað.
b. Jesu fullgjørda frelsuverk á Golgata er einasta frelsugrundarlag. Eftir syndafallið hvørki vil ella kann eitt menniskja sjálvt koma til Guds. Tí má Guds Andi kalla tað til Jesus við gleðiboðskapinum. Frelsan er ókeypis og óuppiborin, hon er ikki av trúnni í sjálvum sær, heldur ikki av angri, bøn, bót ella øðrum andligum venjingum, men eina av náði.
c. Syndarin tekur ímóti frelsuni við trúnni. Trúgv er fyrst og fremst álit á Kristus. Trúgvin er sum ein tóm hond, ið tekur ímóti eini veldigari gávu, tí er tað ómøguligt at koma fram fyri Gud uttan trúgv. Guds Andi leggur trúnna í hjarta syndarans við at boða honum ta fríu frelsuna í Jesusi Kristi.
d. At vaksa í kristnari trúgv er at verða støðugt meira tengdur at Kristusi og frelsandi náði hansara. Gerningar frelsa hvørki fyri ella eftir umvendingina.
2.7
a. Endatíðirnar eru merktar av teknum, sum boða frá, at Jesu afturkoma er nær. Tó kann eingin siga, nær Jesus kemur.
3.1
a. Kristin siðalæra hevur til endamáls at verja einstaka menniskjað og óendaliga virði tess. Sum grundarlagið (2.1) staðfestir, er Bíblian sum Guds orð eisini rættisnórur fyri lívi hins kristna. Hesa vegleiðing finna vit serliga í teimum 10 boðunum, tí dupulta kærleiksboðnum, Jesu fjallatalu og áminningunum annars í Nýggja Testamenti.
b. Tað hevur týdning at staðfesta menniskjans óendaliga virði, og hvat tað inniber fyri hvørt einasta menniskja. ”Ja” til eitt og hvørt menniskja er líka umráðandi sum ”nei” til alla synd.
3.2
a. Hjúnalagið er givið okkum sum serlig skipan og karmur um samlívið millum mann og kvinnu, herundir kynslívið.
b. Síðan syndafallið er samlívið millum kynini vorðið ófullkomið. Tað góða, sum Gud hevur skapað, er skatt av syndini í menniskjanum. Tí er neyðugt støðugt at áminna um sínámillum kærleika, virðing og fyrigeving og ávara ímóti hori og ólevnaði.
c. Hjúnalagið er Guds skapanarskipan, ikki bert ein menniskjalig skipan. Nýggja Testamenti letur ikki upp fyri endurgiftu, so leingi hjúnafelagin er á lívi.
d. Hjúnalagið sum gudgivni karmurin um samlívið saman við áminningum móti hori og ólevnaði ígjøgnum alla Bíbliuna gera greitt, at tað er í stríð við Guds vilja at búgva saman ógift og vera saman kynsliga uttan fyri hjúnalagið.
e. At Gud hevur innsett hjúnalagið merkir ikki, at tað er skeivt at vera støk/stakur. Summi eru støk fyri tess betur at kunna tæna Gudi.
f. Bæði Gamla og Nýggja Testamenti tala greitt um samkynt samlív sum brot á Guds boð.
3.3
a. Vit halda fast við bíbilsku javnvágina – ikki at fordøma rúsdrekka og samstundis at ávara ímóti misnýtslu og avleiðingunum fyri einstaklingar, familjur og samfelag.
b. Tann kristni hevur frælsi at nýta rúsdrekka, men hevur eisini frælsi at lata vera. At vera einum veikum til meinboga er ímóti næstakærleikanum. Narkotisk evni eru beinleiðis skaðilig og tí ikki í tráðvið kristna lívsførslu.
3.4
a. 2.3 staðfestir, at Gud hevur skapað eitt og hvørt menniskja í síni mynd og sostatt givið tí óendaligt virði. Tað stríðir tí ímóti kristna menniskjasýninum onkursvegna at niðurskriva virðið hjá einum menniskja, uttan mun til umstøðurnar.
b. Uppgáva okkara er ikki at taka lív, men tvørturímóti at bjarga lívi. Næstakærleiksboðið áleggur okkum harumframt at hjálpa foreldrum í truplum korum.
c. Skylda okkara er ikki at hjálpa menniskjum at doyggja, men tvørturímóti at lætta um hjá teimum líðandi.
d. Hóast lækna- og lívfrøðilig vísindi mennast, kann ikki síggjast burtur frá kristna menniskjasýninum uttan mun til møguligar ágóðar av vísindaligu møguleikunum.
4.1
a. Guds kall til Heimamissiónina er at vera ein vekingarrødd í Fólkakirkjuni.
b. Kjarnin í virkseminum hjá Heimamissiónini er sjálvbodna arbeiðið kring landið og dagligi vitnisburðurin ímillum fólk. Leikfólkið hevur eisini rætt og skyldu til at tala at óbíbilskari boðan.
4.2
a. Vit ásanna, at kristin eru ósamd sínámillum um týðandi spurningar í okkara lærugrundarlagi, sum 2. partur av hesum skjali viðger. Til tess at fyribyrgja ørkymlan hjá tí einstaka, er týdningarmikiðat vara um og halda fast við grundarlagið.
b. Í tráð við læru ápostlanna meta vit ein og hvønn, sum er doyptur til Jesus og trýr á hann, sum bróður og systur. Nýggja Testamenti leggur serligan dent á brøðrakærleikan. Hetta hóast ósemju um avgerandi læruspurningar.
c. Ósemjan við aðrar kirkjur/samkomur um avgerandi læruspurningar er eyðvitaðserliga viðkomandi fyri boðanina. Boðanin má altíð geva eina greiða mynd av grundarlagnum.